Fótbóltur

U15-genturnar endaðu við sannførandi sigri

Føroyar vunnu 4-0 á Andorra, har Helena Holm, Sigrið Hansdóttir og Rakul Madsen skoraðu málini. Talan var um menningarkapping á Malta.

2024-09-25 12:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta var ein góð og jøvn kapping. Móti Malta og Luksemborg tapa vit tíverri við einum máli, men talan er um javnar dystir, har vit spæla væl og koma til nógvar málmøguleikar. Í síðsta dystinum eru vit greitt omaná, og sigurin kundi saktans verið størri.

Soleiðis sigur Allan Smedemark við fsf.fo. Tvøramaðurin er høvuðsvenjari hjá U15-landsliðnum við gentum, sum síðstu dagarnar hevur tikið lut í UEFA menningarkapping á Malta. 

[object Object][object Object][object Object]
Málskjúttarinir (Mynd: FSF)

Móti Androrra legði Helena Holm Føroyar á odda 1-0, Sigrið Hansdóttir gjørdi tað til 2-0 og 3-0, áðrenn Rakul Madsen í 67. minutti sló sigurin rimmar fastan.

– Tað hevur verið stuttligt og gevandi at verið partur av hesum liðnum, og tað hevur eisini verið hugaligt at sæð, hvussu væl genturnar hava tikið ímóti tí, sum venjaratoymið er komið við. Sum fótbóltsspælarar hava tær ment seg nógv í ár, sigur Allan Smedemark við heimasíðuna hjá FSF.


[object Object][object Object][object Object]Myndir: fsf.fo

Fleiri myndir frá Føroyar - Andorra (4-0) síggjast á fsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder