Fótbóltur

U15 genturnar vunnu aftur í morgun

Enn einaferð tryggjaði Ester Ellingsgaard okkum sigurin.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2018-10-09 12:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

U15-genturnar vunnu í morgin 2-0 á týska felagnum SV Ehringshausen og tryggjaðu sær pláss í hálvfinaluni í Copa Sant Vicent.

Enn einaferð var tað Ester Ellingsgaard (B36), ið skoraði føroysku málini. Genturnar løgdu seg á odda, longu tá 90 sekund vóru farin, meðan seinna málið kom í 37. minutti. Jóhanna Sørensen (Vildbjerg SF) sendi horna inn fyri, Ester fekk skot á, men bólturin fór ikki inn í málið. Returin saksasparkaði Ester í málið.

Í kvøld er venjingardystur ímóti spanska felagnum PBB La Roca á skránni. Hálvfinalurnar verða leiktar í morgin, men enn er ikki vist, hvørjum føroyska liðið skal spæla ímóti, skrivar FSF á Facebook.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder