Fótbóltur

U15: Javnleikur í fyrstu royndini

Føroysku genturnar vendu 0-1 til 2-1, men Litava megnaði at javna miðskeiðis í 2. hálvleiki. Jóhanna Sørensen og Marita Magnadóttir skoraðu málini hjá Føroyum.

Tær ellivu, ið byrjaðu inni fyri Føroyar í dag (Mynd: FSF)

Tær ellivu, ið byrjaðu inni fyri Føroyar í dag (Mynd: FSF)

2019-08-22 13:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U15-landsliðið við kvinnum kom í gjár til Lettlands, har Baltic Cup er á skránni í hesum døgum. Baltisku londini dystast, og Føroyar eru bjóðaðar við. 

Fyrsti dysturin var liðugur fyri løtu síðani. Føroyar dystaðust við Litava, og talan gjørdist um ein javnan dyst. 

[object Object][object Object]
(Føroyski bonkurin - við leikarum, venjarum og hjálparafólki - Mynd: FSF)

Litava kom á odda miðskeiðis í 1. hálvleiki, men beint áðrenn hálvleik javnaði Jóhanna Sørensen. Føroyski liðformaðurin er úr Hoyvík og hevur sín fótbóltsuppruna í HB, men umboðar til dagliga Vildbjerg IF í Danmark.

[object Object]
(Marita Magnadóttir av Skála legði Føroyar á odda tíðliga í 2. hálvleiki - Mynd: FSF)

Stutt eftir steðgin gjørdit støðan 2-1 til Føroyar, tá Marita Magnadóttir skoraði. Hetta helt tíverri ikki, tí Litava javnaði stórt korter seinni.

Alt í alt ein góð byrjan hjá Føroyum kortini. Longu í morgin er næsti dystur á skránni; hann er móti Estlandi, og byrjar eins og dysturin í dag klokkan 11 føroyka tíð.

Baltið Cup 2019
Jelgava, Lettland - 22.08
Føroyar - Litava 2-2 (1-1)
0-1
Jóhanna F. Sørensen 1-1
Marita F. Magnadóttir 2-1
2-2

Føroyska liðið frá byrjan: Gunnvá Lutzen - Nicola Toftegaard, Halla E. Joensen, Fríða M. Jakobsen, Anna Katrina Mikkelsen, Rakul Sørensen, Jórun Namja Patawary, Jóhanna F. Sørensen, Brynhild Janusardóttir, Lea T. Johannesen, Marita F. Magnadóttir

Á bonkinum: Vár Johannesen, Sólja Ernstdóttir, Agatha K. Djurhuus, Fanny Kata Turi, Astrid Mittfoss, Vár Edvardsdóttir, Thala Anna Venned

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder