Føroyar spældu í gjár 2-2 javnleik í fyrsta dystinum í Baltic Cup fyri U15 kvinnulandslið, sum í hesum døgum er í Lettlandi.
Tann dysturin var ímóti Litava - í dag var Estland á skránni.
(Mynd: FSF)
Tað kom bert tað eina málið í dystinum. Tað fekk Estland tíverri, og tað varð skorað beint fyri hálvleik.
Føroysku genturnar spæla seinasta dystin í kappingini sunnudagin. Hann er móti lettisku vertunum.
Baltic Cup - 23.08
Føroyar - Estland 0-1 (0-1)
Føroyska liðið frá byrjan: Fanny Kata Turi - Halla E. Joensen, Vár Johannesen, Anna Katrina Mikkelsen, Sólja Ernstdóttir, Rakul Sørensen, Jóúrn Namja Patawary, Jóhanna F. Sørensen, Agatha K. Djurhuus, Astrid Mittfoss, Vár Edvardsdóttir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald