Hondbóltur

U16: Føroysku genturnar fáa seg royndar í European Open

Føroyar eru millum annað í bólki saman við hægst styrkismetta liðnum í kappingini og við Noreg. Kappingin verður leikt í døgunum 29. juni til 3. juli.

Elsa Egholm (Mynd: HSF)

Elsa Egholm (Mynd: HSF)

2020-02-21 14:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør tóku føroysku U17-dreingirnir alt hondbólts-Evropa á bóli, tá teir vunnu sterku European Open kappingina í Göteborg.

Í ár verður tað U16-landsliðið við gentum, ið skal royna seg í Svøríki. Lutakast hevur nú verið um bólkabýtið, og Føroyar komu í hendan bólkin:  

Bólkur 2: Ungarn, Noreg, Portugal, Sveis, Føroyar, Finnland

Hondbóltssamband Føroya skrivar, at Ungarn verður mett at vera sterkasta liðið í allari kappinini, og Noreg er nummar seks í styrkismetingini. Portugal er nummar 10, Sveis nummar 18, Føroyar eru á 21. plássi og Finnland nummar 23, Harvið er møguleikin fyri at fáa stig á pappínum bestur ímót Finnalandi ella Sveis. 

Tað eru 24 lond, sum luttaka í European Open, og flestu av stóru tjóðunum eru við. 

Hinir bólkarnir: 
Bólkur 1: Svøríki, Kroatia, Holland, Slovakia, Litava, Estland
Bólkur 3: Danmark, Montenegro, Spania, Ísland, Hvítarussland, Georgia
Bólkur 4: Frakland, Russland, Rumenia, Kekkia, Serbia, Pólland

Kappingin verður leikt í døgunum 29. juni til 3. juli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder