Hondbóltur

U16-kvinnurnar í Gøteborg

Kl. 9.15 og 15.30 spæla føroysku kvinnurnar móti ávikavíst Svøríki og Montenegro í Euopean Open – Dystirnir kunnu stroymast.

(Mynd: hsf.fo)

(Mynd: hsf.fo)

2022-07-04 08:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyska U16-landsliðið við kvinnum luttekur í hesum døgum í European Open í Gøteborg í Svøríki.

Kappingin byrjar í dag og nú klokkan 9.15 spæla føroysku kvinnurnar teirra fyrsta dyst móti Svøríki.

Seinnapartin – klokkan 15.30 – spæla Føroyar móti Montenegro.

Í morgin klokkan 10 verður spælt móti Hollandi, og mikudagin, hósdagin og fríggjadagin verður leikt millumrunda og síðani plaseringsdystir.

Allir dystirnir kunnu stroymast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder