
- Dreingirnir settu sær nøkur mál áðrenn kappingina, og tað eydnaðist at røkka teimum. Hesum kunnu teir vera ernir av – men menningin heldur fram, og væntandi koma vit at síggja nógv til hesar dreingirnar framyvir.
– Vit hava arbeitt nógv við at okkara spælarar skulu hava álit á egnum evnum, og hava dirvið til at hava bóltin. Hetta eydnaðist sum heild væl, og tað sást eisini aftur í dystunum – vit skapa fleiri góðar álopsstøður, og spæla okkum til fleiri stórar málmøguleikar í øllum dystunum.
Hetta sigur Christian Høgni Jacobsen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.
Hannvenjari hjá U17-landsliðnum við dreingjum, sum seinastu dagarnar hevur tikið lut í EM-undankapping á Malta. Føroyar spældu tríggjar dystir í hesari B-undankappingini.
Í fyrsta dystinum spældu Føroyar málleysan javnleik móti Luksemborg, og síðani taptu okkara dreingir tepurt móti Bulgaria – úrslitið bleiv 1-0.
Í síðsta dystinum vunnu Føroyar 2-1 á maltesisku vertunum. Málskjúttarnir vóru Páll Müller og Eyðtór Eyðsteinsson Joensen.
Sí eisini: Føroyar vunnu seinasta dystin á Malta
Málini hjá Føroyum síggjast frá 21.35 og 1.04.40 á videobrotunum omanfyri ella HER - allur 2-1 dysturin sæst eisini í báðum støðum.
Páll Müller og Eyðtór Eyðsteinsson Joensen skoraðu føroysku málini á Malta (Mynd: FSF)
Bulgaria vann bólkin við 9 stigum, meðan Føroyar gjørdust nummar tvey við 4 stigum. Luksemborg fekk eisini 4 stig, men hevði verri málmun enn Føroyar, meðan Malta endaði aftast við ongum stigi.
Harvið fer Bulgaria víðari til A-undankappingina seinni í ár, har EM-pláss eru uppá spæl.
– Hugburðurin hjá dreingjunum hevur verið framúr góður, og vit fáa tí eitt flott 2. pláss í kappingini. Í sjálvum dystunum arbeiða teir ótrúliga væl í verjustøðu, samstundis sum vit vístu dirvi í spælinum, tá vit høvdu bóltin. So samanumtikið eru vit væl nøgdir, sigur Christian Høgni Jacobsen við heimasíðuna hjá FSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald