
Føroyar spældu tveir tættar dystir men uttan at skora ella vinna í tveimum teimum fyrstu dystunum í bólk 5.
Í dag eydnaðust tó at gera bæði. Føroyar fingu brotsspark eftir tjúgu minuttir, sum Eyðtór Joensen úr TB trygt skoraði uppá, og beint eftir steðgin økti Páll Müller við røttum áleyparamáli, eftir at Silas Bjarnason Joensen úr HB sendi eina langa og beinrakna sending í dýbdina.
Málini hjá Føroyum síggjast frá 21.35 og 1.04.40 á videobrotunum omanfyri ella HER - allur 2-1 dysturin sæst eisini í báðum støðum.
Malta minkaði um munin ti 2-1, tá eitt korter var eftir, men Føroyar hildu fast og fingu trý stig.
Páll Müller og Eyðtór Eyðsteinsson Joensen skoraü føroysku málini á Malta (Mynd: FSF)
Harvið endaði undankappingin væl hjá Føroyum. Hon byrjaði við 0-0 javnleiki móti Luksemborg, sum eftir umstøðunum er eitt gott úrslit, og síðani vann Bulgaria 1-0 á føroyingunum í 2. umfari.
Bulgaria fer helst at vinna bólkin. Bulgaria og Luksemborg spæla nú - nummar eitt fer víðari til A-undankappingina seinni í ár, har spælt verður beinleiðis um EM-pláss.
Føroyar enda nummar 2 ella trý eftir tríggjar tættar dystir og fýra stig á Malta.
Hesir spældu fyri Føroyar í dag:
1 Tróndur Sjúrðarson (M)
2 Silas Bjarnason Joensen
3 Jens Eiler Samsson
4 Jóel Tróndargjógv
5 Rasmus Helgason
6 Eyðtór Eyðsteinsson Joensen
8 Djóni Sivertsen (L)
9 Páll Müller
13 Dennis Anghel
15 Diktus Olsen
17 Jógvan í Skála
Inn komu:
Jónas Samuelsen, Heini Sólheim Guttesen, Dánial Thuy Mørkøre og Ezra Lukama
Høvuðsvenjari hjá Føroyum er Christian Høgni Jacobsem
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald