Føroyska U 17 landsliðið hjá dreingjum skal í dag klokkan 16,00 spæla hálvfinalu í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.
Liðið hinumegin netið verður Noreg, sum í morgun vann 3 – 2 á Onglandi, eftir at teir høvdu verið afturút 2-0 í settum. Føroyar vunnu í gjár 3-0 á Onglandi.
Føroyska liðið vann sín bólk í innleiðandi umfarinum, meðan Noreg gjørdist nr. 2 í sínum bólki.
Dysturin kann síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/
Í hinari hálvfinaluni spæla Finnland og Svøríki.
Leikararnir á U 17 liðnum hjá dreingjunum eru hesir:
Fleyr
Jónfinnur Jógvansson Hansen
Mattias Nolsøe Isaksen
Tórur Paulason
Hørður Joensen
SÍ:
Hjørtur Joensen
Bjarni Joensen
Silas Poulsen
Ragnar Weihe
Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen
Julian Vest Niclasen
Jón Weihe Simonsen
Mjølnir:
Dávið Hentze
Venjarar:
Rajko Petrovic og Hans Simonsen
- Flogbóltssamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald