Annað

U17 dreingirnir vunnu bronsuna

Vunnu bronsudystin 3-1 í settum.

2018-10-18 13:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Dreingirnir á U17 lansliðnum vunnu fyri løtu síðani Bronsuna í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast.

Dysturin var ímóti Svøríki og føroyska liðið megnaði at vinna dystin 3-1, eftir at teir í øðrum setti mistu takið á dystinum. Hetta settið taptu Føroyar 26-24, men teir komu sterkt aftur og vunnu trygt 3. og 4. sett.

Settini endaðu 25-17, 24-26, 25-16 og 25-19.

Nr. 4. gjørdist Svøríki, meðan tað enn ikki er avgjørt hvør verður nr. 5, 6 ella 7 – tað eru Ongland, Danmark og Ísland, sum stríðast um hesi plássini. 

Finalan verður spæld ímillum Finnland og Noreg klokkan 14.30.

Leikararnir á U 17 liðnum hjá dreingjunum eru hesir: 

Fleyr
Jónfinnur Jógvansson Hansen
Mattias Nolsøe Isaksen
Tórur Paulason
Hørður Joensen 

 

SÍ:
Hjørtur Joensen
Bjarni Joensen
Silas Poulsen
Ragnar Weihe
Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen
Julian Vest Niclasen
Jón Weihe Simonsen 

 

Mjølnir:
Dávið Hentze

Venjarar:
Rajko Petrovic og Hans Simonsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder