2018-10-20 19:48
Føroyska U17-landsliðið hjá dreingjum fingu eina heldur keðiliga byrjan í innleiðandi EM-undankappingini í Makedonia. Tað skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðu sína.
Fyrsti dysturin hjá teimum var móti Ísrael, og megnaði Ísrael at vinna við heili 6 málum.
Øll málini í dystinum komu í teimum seinastu 21 minuttunum.
Leingi sá tað út til, at liðini fóru at fáa eitt stig í part, men eftir 69 minuttum skoraði Ísrael fyrsta málið, og hini komu stutt aftaná.
Endaliga úrslitið gjørdist 6-0 til Ísrael.
Hini liðini í bólkinum eru Makedonia og Spania.
Næstu umfar í kappingini verður týsdagin, tá Føroyar skal hitta Spania, sum vann 1-0 á Makedonia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald