Føroyska U 17 landsliðið hjá gentum vann í morgun fjórðingsfinaluna ímóti Íslandi 3-1 í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.
Liðið tryggjaði sær hálvfinaluplássið við at vinna settini soleiðis: 25-13 , 25-10, 12-25 og 25-20.
Tvey tey fyrstu settini hevði Føroyar dystin ímóti Íslandi fullkomuliga undir kontroll, og vunnu trygt, men í triðja settið kom Ísland sera væl inn í dystin og vann settið heili 25-12 – ein rættuligur niðurtúrur hjá føroysku gentunum.
Men í fjórða settinum fann liðið aftur tað rætta spælið fram og vann settið 25-20 og harvið dystin 3-1
Hálvfinalan verður leikt klokkan 18:30 í kvøld, og mótstøðuliðið er Danmark, sum vann sín bólk í innleiðandi umfarinum.
Dysturin kann síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/live.
Í hinari hálvfinaluni spæla Finland og Noreg.
Leikararnir á U 17 gentulandsliðnum eru:
KÍF:
Zoe Elisabeth Dickson
Fleyr:
Vár Rajani Færø
Barbara Káradóttir Durhuus
Bjarta Jákupsdóttir
SÍ:
Inga Helena Henriksen
Janna Falkvard
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
TB:
Johanna Christiansdóttir
Úr Danmark:
Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr)
Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr)
Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ)
Jakobina Joensen (fyrr KÍF)
Venjarar eru Romica Øster og Jákup William Sivertsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald