Fótbóltur

U17 genturnar fingu oyruni í donsku maskinuna

Endaði við 7-1 stórtapi.

Savnsmynd: FSF

Savnsmynd: FSF

2018-10-18 15:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Føroysku U17 genturnar taptu í dag 7-1 móti Danmark í EM undankappingardysti í Ringkøbing í Danmark.

Dysturin var ikki meiri enn 9 minuttir gamal, tá donsku vertirnir løgdu seg á odda 1-0. Tann støðan helt sær tó bert í 10 minuttir, tá Silja Pálsdóttir Augustinussen úr TB skoraði til 1-1.

Donsku genturnar vísti seg tó at verða alt ov sterkar, og bert 9 minuttir seinni løgdu tær seg aftur á odda 2-1.

Hendan støðan helt sær til hálvleik, men so gekk heldur ikki longur. Donsku genturnar vórðu betri og skoraðu 5 mál í seinna hálvleiki til endaligu støðuna 7-1.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder