Annað

U17 genturnar spæla fjórðingsfinalu

Dysturin byrjar nú klokkan 10.

2018-10-17 09:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska U 17 landsliðið hjá gentum skal klokkan 10.00 spæla fjórðingsfinalu í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark. Liðið tryggjaði sær 2. plássið í bólkinum við at vinna 3-1 á Svøríki og 3-1 á Onglandi, meðan tær taptu 3-0 ímóti Finnlandi.

Dysturin í morgun verður ímóti Íslandi, sum gjørdist nr. 3 í sínum bólki.

Dysturin kann síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/live.

Eisini U 17 dreingirnir hava leikt seg víðari, tá teir í gjár gjørdist vinnarar av sínum bólki frammanfyri Svøriki og Ongland – dystir sum báðir vóru vunnir 3-0. Teirra hálvfinala verður klokkan 16,00 og verður ímóti vinnaranum av dystinum Noreg – Ongland.

Leikararnir á U 17 gentulandsliðnum eru:

KÍF:

Zoe Elisabeth Dickson

Fleyr:

Vár Rajani Færø

Barbara Káradóttir Durhuus

Bjarta Jákupsdóttir

SÍ:

Inga Helena Henriksen

Janna Falkvard

Malan Maria í Haraldstovu Weihe

TB:

Johanna Christiansdóttir

Úr Danmark:

Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr)

Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr)

Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ)

Jakobina Joensen (fyrr KÍF)

 

Venjarar eru Romica Øster og Jákup William Sivertsen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder