Føroyska U17 landsliðið hjá gentum hava í kvøld vunnið 3-1 á Onglandi við settunum 25-18, 15-25, 25-23 og 25-21.
Hetta var næsti sigurin hjá teimum í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.
Í gjár spældi liðið ímóti Finlandi, og tá taptu tær 3-0 við settunum 15-25, 22-15 og 18-25, og fyrr í morgun var mótstøðuliðið Svøríki, sum tær eisini vunnu 3-1 á. Sostatt gjørdist Føroyar nr. 2 í bólkinum aftanfyri Finland.
Liðnum er nú tryggja pláss í kvartfinaluni, sum verður ímóti Íslandi klokkan 10,00 í morgin. Allir dystirnir síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/live.
Í hinum bólkinum eru Damark, Ísland, Norra og Grønland, og har gjørdist Danmark vinnari, nr. 2 Noreg, nr. 3 Ísland og aftast Grønland.
Eisini U17 dreingirnir hava leikt seg víðari, tá teir í dag gjørdist vinnarar av sínum bólki frammanfyri Svøriki og Ongland.
Leikararnir á U17 gentulandsliðnum eru:
KÍF:
Zoe Elisabeth Dickson
Fleyr:
Vár Rajani Færø
Barbara Káradóttir Durhuus
Bjarta Jákupsdóttir
SÍ:
Inga Helena Henriksen
Janna Falkvard
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
TB:
Johanna Christiansdóttir
Úr Danmark:
Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr)
Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr)
Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ)
Jakobina Joensen (fyrr KÍF)
Venjarar eru Romica Øster og Jákup William Sivertsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald