Sera dugnaligu føroysku U17 hondbóltsdreingirnir, sum hava klárað seg so væl í European Open kappingini í Göteborg skulu spæla tveir dystir í dag.
Klokkan 9.45 spæla teir móti Georgia og klokkan 15.30 móti Ísrael.
Alt bendir á, at føroyska liði megnar at spæla seg víðari eftir sigrarnar móti Noregi, Spania og Estlandi. Í løtuni liggja Føroyar á odda í bólki C við fullum stigatali – 6 stigum – framman fyri Spania, Noreg og Ísrael, sum hava 4 stig.
Georgia, sum Føroyar spæla ímóti um eina løtu, hevur enn onki stig fingið. Georgia tapti 21-33 fyri Spania, 26-29 fyri Ísrael og 13-26 fyri Noregi.
Ísrael hinvegin hevur vunnið tveir dystir. Fyrst vunnu teir 26-20 á Estlandi, síðan 29-26 á Georgia, men í gjár fingu teir bank, tá teir taptu 32-13 á Spania.
Ísrael skal nú fyrrapartin spæla móti Noregi.
Stroymingin av dystinum sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald