U17-landsliðið við kvinnum fór fyrr í dag av landinum við kós móti býnum Tbilisi í Georgia, sum er vertur fyri EM-undankapping.
Føroyar eru í bólki við Grikkalandi, Ukraina, Serbia og Bulgaria. Fyrsti dystur er leygardagin klokkan 09 føroyska tíð.
Venjarin, Dia Midjord, hevur tikið 16 leikarar út til uppgávuna. Fýra av leikarunum ganga á hondbóltsakademiium uttanlanda. Í løtuni spæla fimm av leikarunum við Neistanum:
Hópurin:
Rakul Wardum, Skanderborg
Natasja Hammer, Kyndil
Jana Mittún, H71
Elsa Egholm, H71
Brynhild Pálsdóttir, H71
Vár Zachariasen, KIES
Lív Zachariasen, KIES
Sára Jacobsen, EB
Petra Andrea Larsen, Oure
Rúna Jógvansdóttir Larsen, Neistin
Hervør Niclasen, Neistin
Maria P. Nólsoy, Neistin
Sára Sigrunardóttir, Neistin
Frida Holm Jacobsen, Neistin
Rannvá Olsen, VÍF
Lea Mortensen Mørk, VÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald