Eftir tríggjar dystir tríggjar teir fyrstu dagarnar, hava føroysku genturnar tikið sær eitt sindur av løttum í Tbilisi tveir teir seinastu dagarnar.
(Tíð hevur veirð til millum annað borðspøl - Mynd: HSF)
Í gjár gjørdist greitt, at Føroyar framvegis hava møguleikan at røkka hálvfinaluni í EM-kappingini. Ukraina tapti greitt fyri Serbia, so tað merkir, at um føroyska liðið vinnur í morgun, er hálvfinala á skránni leygardagin.
Tað verður helst talan um ein tættan dyst, og her hevur Ukraina fyrimunin við, at tað er nóg mikið hjá teimum við javnleiki. Okkara eru tó meira úthvíldar, og svongdin er helst stór eftir at sleppa at spæla hálvfinalu.
(Jana Mittún, ið hevur skotið triðflest mál í kappingini (20), her í fyrsta dystinum ímóti Serbia - Mynd: w17ehf.geohandball.ge)
Føroyar løgdu út í kappingini við at tapa við fýra málum ímóti sterka serbiska liðnum, síðani vann liðið hjá Dia Midjord við 17 málum á Bulgaria, og mándagin endaði tað við javnleiki ímóti Grikkalandi.
EHF Championship, Georgia
Tbilisi, 08.08
(09.00) Føroyar - Ukraina
Stroyming: ehftv og w17ehf.geohandball.ge
Vit fylgja við og taka samanum dystin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald