HSF: Føroysku U17-mennirnir taptu eisini seinna venjingardystin móti Íslandi. Úrstlið gjørdist 34-28, eftir 18-13 til íslendingar í hálvleikinum.
Dysturin byrjaði ikki væl fyri føroyska liðið og komu okkara afturum 3-0 eftir 5 minuttir. Okkara ernaðust tó eitt sindur og vunnu seg innaftur á íslendingar og var bert eitt mál á muni um miðjan fyrra hálvleik. Yvirtalsspælið hjá føroyingunum hepnaðist ikki serliga væl í dag og gjørdi føroyska liðið ov nógvar villur í álopinum. Hetta var størsti munurin á liðunum í fyrra hálvleiki. Liðini fóru til hálvleiks við 18-13 til Ísland.
Føroyska álopspælið hepnaðist betri í seinna hálvleiki, men helt verjan ongantíð í longri tíðarskeið. Føroyska liðið minkaði niður í tvey mál, men komu okkara ongantíð nærri.
Hóast tap í báðum dystunum hava Føroyar spælt tveir gevandi venjingardystir um vikuskiftið, har allir leikarar hava sloppið at roynt seg. Næsta uppgávan verður European Open í Svøríki, dagarnar 3. – 7. juli.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Jákup Egholm 6 (1)
Rúnar Hammer 6
Jón Midjord 5
Filip Haldansen 4
Magnus Árason 2
Fríði í Innistovu 2
Lýðar í Dímun 2
Haraldur Karlsson 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald