Føroysku U17-dreingirnir hava sum heild staðið seg væl í NEVZA-kappingini í flogbólti, sum í hesum døgum er í Danmark.
Føroyar vunnu á vertunum - einum av liðnum hjá Danmark - tíðliga týsdagin, og skuldu harvið spæla hálvfinalu í Herning í gjárkvøldið.
Finnland var omaná, men Føroyar bjóðaðu av álvara sterka liðnum av í 2. setti og 3. setti.
- Føroyar bitu væl frá sær, og bara í fyrsta setti var stórur munur. Stuttligt var at síggja góða hugburðin hjá føroysku leikarunum, sum ikki fóru niður við nakkanum, men ístaðin løgdu seg á odda 7-3, 15-7 og 18-11 í øðrum setti. Tá kom stígur í, og Finnland javnaði síðani til 19-19 og vann settið 25-20.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald