Eftir fimm dystir seinastu tríggjar dagarnar verður hálvfinaluumfarið á skránni hjá føroysku U17-monnunum í European Open í dag. Føroyska liðið vann bólk C í Göteborg og kom víðari saman við Spania, ið vann avgerandi dystin um 2. plássið við einum málið ímóti Noreg. Hesi liðini skulu í dag spæla ímóti Hvítarusslandi og Ungarn, sum gjørdust ávikavist nr. 1 og 2 í bólki D.
Føroyar hevur við sigrinum á Spania tvey stig við sær til hálvfinaluumfarið, og Hvítarussland hevur eisini tvey stig við orsakað av sigrinum á Ungarn í gjár. Hetta hevur við sær, at Føroyar og Hvítarussland liggja best fyri, men alt er tó opið. Hondbóltssambandið skrivar, at vinnarin av bólkinum skal spæla finalu fríggjadagin móti vinnaranum av hinum hálvfinaluumfarinum, har Svøríki, Kekkia, Ísland og Italia kappast. Tvey´ararnir spæla um bronsuna.
Føroyar spæla ímóti Hvítarusslandi kl. 9.45 og 14.45 imóti Ungarn. Talan eru um tvey lið, ið eru fysiskt sera væl fyri og sum fara at gera tað sera trupult fyri okkara ungu menn. Í gjár fingu teir ið hava spælt mest frí ímóti Ísrael. Tvey-máls tapið broytti ikki nakað í mun til støðuna, og sjálvsálitið hjá føroyingum er framvegis høgt - serliga orsakað av sigrunum á Norra og Spania mánadagin.
Talan verður um ein spennandi hondbóltsdag, har føroyingarnir aftur hava møguleikan at gera vart við seg av álvara. Tað skal sera nógv til, men hetta U17-liðið hevur víst, at tað ber til at vinna á sera sterkum hondbóltstjóðum.
European Open - hálvfinaluumfar
09.30: Føroyar - Hvítarussland
10.45: Spania - Ungarn
14.45: Føroyar - Ungarn
16.00: Hvítarussland - Spania
Føroyar 2 stig
Hvítarussland 2 stig
Ungarn 0 stig
Spania 0 stig.
Dystirnir kunnu stroymast á EHFtv.com. FM1 sigur frá báðum dystunum hjá Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald