Føroyska U17-landsliðið við gentum tekur í hesum døgum tekur lut í EM-undankapping í Ísrael.
Í fyrsta dystinum, ið var hósdagin, máttu føroysku genturnar lúta fyri 2-0 fyri ísraelsku vertunum, men tað var málleyst, til tjúgu minuttir vóru eftir.
Sunnudagin var Norðurírland ein av stórur biti. Norðurírsku genturnar vunnu 3-0, eftir at tær vóru á odda við einum máli í steðginum, skrivar fsf.fo
Til ber at síggja dómaraseðilin frá dystinum her (FaroeSoccer)
Seinasta umfar verður spælt í morgin, mikudagin 16.03, og tá er mótstøðuliðið Luksemborg, ið eisini hevur tapt báðar dystirnar í kappingini. Luksemborg tapti 2-1 fyri Norðurírlandi, og 5-1 fyri Ísrael. Tað kann metast, at her er ein góður møguleiki fyri at fáa stig og íhvussu er ein tættan dysti.
Pauli Poulsen er høvuðsvenjari hjá U17-landsliðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald