Fótbóltur

Taptu 2-0 fyri Ísrael

Føroyska U17-landsliðið við gentum tapti fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum verður spæld í Ísrael. Á Ramat Gan National Stadion í Tel Aviv vann heimaliðið 2-0.

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Ísrael (Mynd: Jógvan Páll Joensen)

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Ísrael (Mynd: Jógvan Páll Joensen)

2022-03-11 09:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað sá leingi rættuliga gott út hjá føroyska U17-landsliðnum við gentum, ið hósdagin spældi fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum í hesum døgum er í Ísrael.

Eftir fyrra hálvleik á Ramat Gan National Stadion í Tel Aviv, har pláss er fyri næstan 14.000 áskoðarum, var málleyst. Men tá tjúgu minuttir vóru eftir at spæla fekk heimaliðið hol á, og átta minuttir fyri leiklok bleiv støðan 2-0, sum eisini gjørdist úrslitið av dystinum.

– Vit spældu ein góðan dyst, og áðrenn hinar fingu nakað mál, høvdu vit tveir rættuliga góðar møguleikar at koma á odda. Men eydnan var ikki við okkum. Gamaní hevði Ísrael bóltin meir, men veruliga vandamikið gjørdist tað sjáldan. Samanumtikið eri eg væl nøgdur við avrikið hjá okkara gentum, sum høvdu uppiborið meira, sigur venjarin, Pauli Poulsen við heimasíðuna hjá FSF.

Hini bæði londini í bólkinum eru Norðurírland og Luksemborg, og har gjørdist úrslitð 2-1 til norðurírar. Sunnudagin fara liðini á vøllin aftur, og tá møtast Norðurírland og Føroyar, og Ísrael og Luksemborg. Seinasta umfar í kappingini verður spælt mikudagin 16. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder