HSF: Føroysku U17-kvinnurnar vóru akkurát ov stuttar móti Íslandi. Ísland skoraði í síðsta sekundi til 24-23, eftir 15-13 í hálvleikinum til Føroyar.
Tað var føroyska liðið, sum var omaná í fyrra hálvleiki og vóru okkara frammanfyri frá byrjan til hálvleiks. Tað var serliga álopsspælið, sum riggaði væl og fingu okkara mál frá øllum plássum. Í verjuni riggaði 5-1 spælið fyri tað mesta væl og fiskaðu okkara fleiri bóltar, men hinvegin gekk illa at fáa fatur í góða strikuspælinum hjá íslandi, sum var tað sterkasta vápnið hjá teimum. Liðini fóru til hálvleiks við 15-13 til Føroyar.
Um tað var verjuspælið hjá íslandi, sum var betri, ella álopið hjá Føroyum sum ikki riggaði eins væl, er ilt at siga, men Føroyar fekk bara 8 mál í seinna hálvleiki í mun til tey 15 í fyrra. Eftir 43 minuttir var tað Ísland, sum legði seg fram um fyri fyrstu ferð í dystinum við 19-18. Flogið var farið av føroyska álopsspælinum. Okkara vóru ikki nóg kaldar, tá tær so komu til skot og alt ov nógvar ivasamar spælingar vóru inn til strikuna. Okkara hingu tó í, og við 5 minuttum eftir var støðan 21-21. Okkara javnaðu í seinasta minutti, men skoraði Ísland í seinasta sekundi, tá langskotið fór í blokkin, snýtti okkara málverja og snýkti seg inn. Ein tættur og spennandi dystur, sum koppaði til Ísland við 24-23
Liðini møtast aftur í morgin kl. 17.00 í Vestmanna. Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Rakul Borgarlíð Joensen 5
Silja Eystberg 3
Katrin Hansen 3
Joan Johannesen 3
Karinbeth Kjærbæk 2
Karin Fossabrúg 1
Fjóla Vilhelm Skaalum 1
Agatha Djurhuus 1
Ró Reginsdóttir 1
Sára Berg á Lag 1
Helena Magnusardóttir 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald