Hondbóltur

U18: Føroyar skulu spæla ímóti Íslandi í EM-endaspælinum

Fingu eitt lutfalsliga gott lutakast. Vertirnir Montenegro valdu bólkin við Føroyum at fara í. Italia verður fjórða mótsstøðuliðið í august.

Føroysku dreingirnir til European Open í Svøríki í fjør - í august skulu nógvir av hesum royna seg til endaspæl á fyrsta sinni, og talan er um spennandi bólk (Mynd: HSF)

Føroysku dreingirnir til European Open í Svøríki í fjør - í august skulu nógvir av hesum royna seg til endaspæl á fyrsta sinni, og talan er um spennandi bólk (Mynd: HSF)

2024-02-29 14:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakastið til EM-endaspælið fyri U18 menn 2024 er júst av. Føroyar vóru í styrkisbólki 3 og fingu eitt á pappírinum gott lutakast. 

[object Object]
Soleiðis sær bólkaspælið út (Mynd: EHF)

Úr styrkisbólki eitt kom Ísland. Grannatjóðin fyri vestan hevur sterka hondbóltssiðvenju, men er nakað veikari enn allarbestu liðini í árganginum. Ísland endaði nummar fimm til European Open í fjør, tá árgangirnir vóru U17 - Føroyar endaðu nummar 10. Liðini skulu spæla venjingardystir í juni.

Italia kom úr niðasta styrkisbólki. Sum útgangspunkt vera Føroyar favorittar ímóti teimum.

Til hesi lutakøstini hava vertstjóðirnar tann fyrimunin, at man verður í seinasta potti, og at man ikki verður trektur - landið velur bólk. Í hesum førinum slapp Montengro at velja bólk, og tað var beinanvegin, at vertstjóðin valdi sær bólk F, har Ísland, Føroyar og Italia vóru tá. 

Harvið sær bólkurin hjá føroysku U18-monnum soleiðis út: 
Bólkur F:
Ísland
Montenegro (Vertstjóð)
Føroyar
Italia

Hvørki Montenegro ella Italia vóru við til European Open í fjør, so tað er heldur ilt at meta um tey. Lagt er tó upp til nakrar spennandi dystir í Podgoricia, Montenegro í august.

EM-endaspælið hjá U18 byrjar 7. august, og er hetta fyrsta veruliga endaspæl hjá 06- og 07-árgangunum hjá Føroyum. Teir royndu seg í European Open í fjør. 

Hvørja løtu verður greitt hvørjum U20-menninir koma í bólk saman við: Til ber at fylgja við HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder