Fótbóltur

U18-landsliðið skal royna seg móti Noreg

Næsta ár skal liðið spæla EM-endaspæl. Teir báðir dystirnir í høllini á Hálsi móti norðmonnum verða leiktir uttan áskoðarar, orsakað av koronutilmælunum, men teir kunnu stroymast á live.hsf.fo.

Óli Mittún, ið var við til at vinna Føroyum atgongd til endaspølini í ár, verður at síggja móti Noregi í kvøld (Mynd: HSF)

Óli Mittún, ið var við til at vinna Føroyum atgongd til endaspølini í ár, verður at síggja móti Noregi í kvøld (Mynd: HSF)

2021-11-04 14:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og A-landsliðið, so venur U18-landsliðið hjá monnum saman hesa vikuna, sum ein umráðandi liður í fyrireiking til umráðandi kapping næsta ár.

Les eisini: Tretivu leikarar til landsliðsvenjing hesa vikuna

Orsakað av flotta úrslitinum hjá U19-monnum í European Championship í august - gull - sleppa fleiri árgangir hjá Føroyum at royna seg í endaspølum í 2022. U20-liðið, ið verða teir, sum vóru U-19 í ár, skal til EM, og í august 2022 skal U18-landsliðið til Montenegro at spæla EM-endaspæl.

Í hesari vikuni eru 21 leikarar, sum hava aldur til U18, savnaðir. Venjararnir Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava møguleika at síggja ymsu leikararnar til venjingar og í kvøld og leygardagin í dysti. Noreg er á vitjan, og liðini spæla fyrra dystin í høllini á Hálsi í kvøld klokkan 19.30 og aftur leygarkvøldið 6. november klokkan 18.

Hondbóltssambandið skrivar á heimasíðu sínari, at vegna koronatilmælini verða eingir áskoðarar til U18-landsdystirnar. Dystirnir kunnu tó stroymast. á live.hsf.fo fyri 39 kr., ella ein kann keypa sær mánaðar- ella árshald. Til ber at lesa meira um tað á hsf.fo

Hópurin: 

Málverjar:
Tórstein Sivertsen, H71
Leivur Joensen, EB
Aleksandar Lacok, VÍF

Útileikarar:
Rókur Ziskason, H71
Helgi Poulsen, H71
Tróndur Johnsson, VÍF
Høgni Heinason, H71
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF
Tóki Fríðriksson, EB
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Rói Thomsen, H71
Sofus í Selvindi Nattestad, StÍF
Óli Mittún, H71
Búi Poulsen, StÍF
John Skaalum Vilhelm, H71
Rói Haldansen, Neistin
Rói Seyer Hjaltalin, H71
Marcus Bramsen, GOG
Ísak Vedelsbøl, Neistin
Niklas Gaard, Neistin
Philip Harper Müller, VÍF

Talan er í høvuðsheitinum um 04 og 05-árgangirnar



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder