Hondbóltur

U18 menninir vunnu á Íslandi

Gjørdust nummar níggju í EM-endaspælinum í Montenegro.

(Mynd: EHF)

(Mynd: EHF)

2022-08-13 20:22 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroysku U18-mennirnir blivu nummar níggju í EM-endaspælinum við einum flottum 29-27 sigri á grannatjóðini Íslandi, eftir at okkara vóru aftanfyri 15-13 í hálvleikinum í dag.

Eitt flott liðavrik, sum hevur eyðkent liðið ígjøgnum alla kappingina, har serliga Rókur Ziskason, Aleksandar Lacok í málinum og besti álopsleikarin í kappingini Óli Mittún, vóru eyðsýndir í dag.

Eisini gjødist Óli Mittún toppskjútti í kappingini við heili 80 málum í sjey dystum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder