placeholder
Fótbóltur

U19-dreingirnir til Lettland

Jógvan Martin Olsen hevur úttikið føroyska hópin.

Jógvan Martin Olsen, U19-landsliðsvenjari - Mynd: Hans Erik Danielsen

Jógvan Martin Olsen, U19-landsliðsvenjari - Mynd: Hans Erik Danielsen

2018-08-20 18:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í døgunum 5. til 10. september fer føroyska U19-landsliðið við dreingjum til Federations Cup í Lettlandi. Mótstøðulondini verða Lettland, Ukraina og Makedónia.

Jógvan Martin Olsen, U19-landsliðsvenjari hevur úttikið føroyska hópin, sum frá 5. til 10. september fer at taka lut í Federations Cup í Riga í Lettlandi.

Av teimum 18, ið eru boðsendir til U19-landsliðið hesaferð, eru ikki færri enn seks spælarar, ið hava sína dagligu gongd í útlendskum feløgum, skrivar fótbóltssambandið á heimasíðu síni.

Hópurin

Bjarti Vitalis Mørk, HB

Stefan Radosavljevic, TB/FCS/Royn

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Sølvi Sigvardsen, NSÍ

Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ

Óli Eyðsteinsson Poulsen, KÍ

Jonn Johannesen, KÍ

Magnus Holm Jacobsen, FCPF (Portugal)

Dann Fróðason, 07 Vestur

Steffan Løkin, NSÍ

Filip í Liða, AB

Bartal S. Petersen, AB

Andrias Edmundsson, Sunderland FC (Ongland)

Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (Danmark)

Hanus Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)

Símun Sólheim, HB

Elias El Moustage, Thisted FC (Danmark)

Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre (Danmark)

Skráin

Føroyar – Ukraina (6. september)

Lettland – Føroyar (8. september)

Makedónia – Føroyar (10. september)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder