Hondbóltur

U19: Føroyskur stórsigur á Uruguay ikki nóg mikið

Ungu føroysku menninir vunnu 33-17, men av tí at Týskland vann á Slovenia, so fara Føroyar ikki víðari til HM-meginumfarið. Ístaðin skulu føroyingar spæla móti í øllum førum Meksiko og Argentina í næstu viku.

Torkil Dahl við brotskasti (Mynd: IHF/Kolektiff/Sasa Pahic Szabo)

Torkil Dahl við brotskasti (Mynd: IHF/Kolektiff/Sasa Pahic Szabo)

2025-08-09 16:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður í sonevndu President's Cup, at føroysku U19-menninir í næstu skulu spæla í HM-endaspælinum í Egyptalandi.

Føroyar stóðu annars fyri flottum avriki og javnleiki móti Týsklandi í gjár, og í dag vann føroyska liðið við 16 málum á Uruguay.

Sí eisini: Flotti føroyski málverjin (Myndir)

Hetta var tó ikki nóg mikið til at koma víðari í bólkaspælinum. Týsklandi skuldu tapa rímiliga stórt fyri Slovenia í dag, um hetta skuldi bera til. Men týskararnir gjørdu bart og vunnu við fimm málum - eftir at slovenar annars vóru á odda 14-11 í steðginum.

Tað var stórtapið fyri Aljus Anzic og Slovenia í 1. umfari, sum serliga kostaði Føroyum. Í dag var sum so eingin ivi móti Uruguay, hóast føroyska álopsspælið og effektiviteturin ikki var tann besti fyri steðgin.

Í 2. hálvleiki spældu Føroyar ógvuliga væl og skoraðu tjúgu mál. Tað var serliga veistmenningurin á høgra bakki, ið gekk á odda. Filip Haldansen hevði ikki spælt so nógvar HM-minuttir áðrenn, men í dag skeyt Filip átta mál.

Rúnar Hammer og Jákup Egholm vóru aftur profilar við millum annað seks og fimm málum hvør.

Føroyar vunnu 33-17 og enda á 3. plássi í bólkinum við trimum stigum. Týskland og Slovenia fara víðari til meginumfarið, meðan Føroyar og Uruguay skulu spæla í President's Cup bólki við Argentina og Mekisko. Hesir dystirnir verða spældir í Giza mánadagin og týsdagin.

Møguleikin fyri teimum heilt stuttligu plássunum er farin. Okkara U19-menn skulu tó royna at enda so høgt sum gjørligt í HM - tað kann hava týdning fyri framtíðar kappingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder