
Føroyska U19-landsliðið hjá gentum eru í hesum døgum í Estlandi, har tær skulu spæla tveir venjingardystir móti Estlandi.
Fyrri dysturin varð spældur í gjár á TNTK Stadium í Tallinn, og talan gjørdist um ein greiðan 4-1 sigur til føroysku genturnar.
Talan varð um fýra ymiskar málskjúttar hjá Føroyum. Tær í skoraðu vóru Julia Naomi Mortensen, Sára Samson Lamhauge, Marjun Danielsen og Mona Rasmusdóttir.
Venjingardystirnir móti Estlandi eru fyrireiking til innleiðandi EM-undankappingina, sum verður í Litava í oktober. Tá spælir Føroyar móti Litava, Ukraina og Írlandi.
John Petersen er venjari hjá U19-gentunum, og tær 18, ið eru úttiknar til dystirnar móti Estlandi, eru hesar:
Randi Eyðunsdóttir á Bergi, KÍ
Rebekka E. Danielsen, Forus og Gausel IL (NOR)
Armgarð undir Leitinum, B36
Julia Helena Dal Henriksen, HB
Poula Andreasen, HB
Rúna Olsen, B68
Sara Samson Lamhauge, HB
Jens K. Tórolvsdóttir, ÍF/Víkingur
Marjun Ó. Danielsen, B36
Julia Naomi Mortensen, HB
Sanna Jacobsen, KÍ
Eyðgerð R. Mikkelsen, B68
Rutt Hjelm Gregersen, KÍ
Maria á Lakjuni, ÍF/Víkingur
Ása Stórá Carlsen, HB
Eyðbjørg Ellingsgaard, EBS/Skála
Rebekka J. Olsen, B68
Mona Rasmusdóttir, ÍF/Víkingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald