
EM-undankappingin hjá U19-dreingjunum er farin í gongd í Írlandi. Føroyar spældu í kvøld fyrsta dystin, ið var ímóti Hollandi. Føroyingar skulu eisini spæla ímóti írsku vertunum og Bosnia-Hersigovina.
Undan dystinum var føroyska liðnum greitt, at hetta fór at gerast ein sera torfør uppgáva. Holland hevur eitt sterkt lið, har leikarar umboðað millum annað tey stóru hollendsku feløgini Ajax og PSV.
Holland var eisini greitt omaná í kvøld. Føroyingar byrjaðu tó dystin væl, og hildu fast næstan allan 1.hálvleik. Men við tveimum skjótum málum undan steðginum legði Holland grundarlag fyri sigurin, og so varð tað tungt hjá ungu føroysku monnunum, ið annars høvdu stríðst sera væl.
Í 2. hálvleiki helt greiða yvirvágin hjá hollendingum fram. Hagtøl frá UEFA vísa millum annað, at Holland hevði níggju hornaspørk í dystinum og 26 skotroyndir, harav 14 rakti føroyska málið. Føryingarnir vunnu sær eitt horna, høvdu tvær skotroyndir og raktu málið einaferð.
Holland lukkaði dystin tíðliga í 2. hálvleiki; seinasta málið kom langt inni í yvirtíðini.
Hetta var á pappírinum tann truplasta uppgávan í kappingini, og liðið hjá Jógvan Martin Olsen hevur ein betri møguleika leygardagin, tá føroyingar skulu dystiast við vertirnar. Írland vann í kvøld 3-1 á Bosnia-Hersigovina
U19 EM Undankapping í Írlandi
10.10.2018, Eamonn Deacy Park - Galway
Holland - Føroyar 5-0 (2-0)
Føroyska liðið(5-3-2): Bárður á Reynatrøð - Sjúrður Pauli Nielsen, Dann Fróðason, Andrias Edmundsson, Óli Eyðssteinson Poulsen, Símun Sólheim ('90 Pætur T. Skipanes) - Elias El Moustage, Magnus H. Jacobsen (L) - Hanus Sørensen, Stefan Radosavljevic ('76 Steffan Løkin), Lukas Grenaa Giessing ('91 Sølvi Sigvardsen),
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald