Fótbóltur

U19: Hesar 19 úttiknar til EM-undankappingina

Ungu føroysku kvinnurnar skulu í apríl spæla tríggjar áhugaverdar dystir í Norðurírlandi, har Aserbadjan og Malta eru mótstøðuliðini, umframt vertsstjóðina.

U19 landsliðið í málfagnaði móti Kýprós í oktober í fjør

U19 landsliðið í málfagnaði móti Kýprós í oktober í fjør

2022-03-22 13:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

U19 landsliðið við gentum skal í apríl til EM undankapping í Belfast og Larne í Norðurírlandi.

Føroyar eru í bólki saman við Aserbadjan, Malta og Norðurírlandi, og metast kann at liðið hevur møguleika at rímiliga javnar dystir.

Landsliðsvenjarin, Pætur Smith Clementsen, hevur úttikið hesar 19 spælarar til hópin:

Kristina D. Gásdal, 07 Vestur
Eyðbjørg Reynslág, B36
Judith Eilersdóttir Rasmussen, B36
Ronja Leonsson Mouritsen, B36
Lív Rúnadóttir, B36
Birita Pætursdóttir Rasmussen, B36
Ester Ellingsgaard, B36
Jovina av Skarði, B36
Gunnrið Poulsen, B36
Sarita Petersen, EBS/Skála
Malena Olsen, KÍ
Anitha á Dalinum, KÍ
Lóa Samuelsen,KÍ
Maria Vinjardsdóttir Johansen, NSÍ
Noomi Hansen, NSÍ
Sára á Líðarenda, Víkingur
Jórun í Túni Petersen, Víkingur
Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (DK)
Gunnvá Lutzen, Vildbjerg (DK)

Sum sæst, so er B36 greitt best umboðaða liðið við átta leikarum.

U19 landsliðið byrjar kappingina við dysti móti Aserbadjan mikudagin 6. apríl, síðan spæla tær móti norðurírsku vertunum leygardagin 9. apríl, og seinasti undankappingardysturin er móti Malta týsdagin 12. apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder