Hondbóltur

U19 kvinnur: Tepurt tap 29-26

Føroysku U19 kvinnurnar vóru betri í fyrra hálvleiki, men megnaðu ikki at halda tørn í seinna.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2023-06-10 20:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroysku U19 kvinnurnar vóru betri í fyrra hálvleiki, men megnaðu ikki at halda tørn í seinna. Ísland vann dystin 29-26, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 12-10 í hálvleikinum.

Tað var Ísland, sum byrjaði dystin betri og vóru tær frammanfyri 7-5 eftir 15 minuttir. Føroyska liðið vardi hampuliga væl saman við Silju Müller í málinum. Í álopinum skuldi føroyska liðið tó arbeiða hart fyri at koma til kjansir yvirfyri sterku íslendsku verjuni. Føroyska liðið megnaði tó so lýðandi at finna betri loysnir, og vóru tað okkara, sum vóru betri í seinnu helvt av fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 12-10 til Føroyar.
Ísland var betra liðið í seinna hálvleiki. Tær vunnu seg skjótt fram um og hildu leiðsluna restina av dystinum.

Liðini møtast aftur í morgin kl. 19.00 í Vestmanna. Dysturin kann stroymast á live.hsf.fo.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Maria Pálsdóttir Nólsoy 7
Bjørk Joensen 4
Karin Egholm 3
Solveig Dahl 2
Anna Elisabeth Weyhe 2
Sára Mikkelsen 2
Lukka Arge 2
Sára Lagos 2
Lea Mohr 1
Karina Heinsen 1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder