- Nú verður aftur lív í flogbóltslandsliðnum eftir drúgva tíð við lockdown. Vit fegnast um at flogbóltsdyrnar eru opnaðar aftur, og gleða okkum at fylgja ungu leikarunum á teirra ferð til Íslands.
Soleiðis skrivar Flogbóltssambandi í dag, í samband við at U19-kvinnulandsliðið í vikuskiftinum skal royna seg í kapping við oyggjalond.
Hósdagin fer liðið til Ísland, og kappingin, sum kallast Small Countries Association, byrjar fríggjadagin. Har skulu Føroyar møta Gibraltar, Malta og Íslandi.
Lars Engell, landsliðsvenjari, hevur úttikið hesar leikarar:
Fleyr: Vár Rajani Færø, Hanna Iansdóttir Biskupstø, Helena Skylv Hansen
SÍ: Sofía Weihe Simonsen, Janna Falkvard, Inga Helena Henriksen, Eva Gunn Niclasen
KÍF: Milja Silvansdóttir, Marta Fagrakeltt, Jakobina Joensen
Mjølnir: Anna Arnholdsdóttir
Dráttur: Henrikka Wang Jacobsen
Annað
U19 kvinnurnar til Íslands
Nú er av álvara lív í landsliðsvirkseminum hjá flogbóltinum aftur. Fríggjadagin byrjar kapping í Íslandi, har Føroyar, umframt vertunum, skal møta Gibraltar og Malta. Lars Engell hevur úttikið tólv leikarar úr fimm ymsum feløgunum til uppgávuna.
Hópurin hjá U19-kvinnum (Mynd: FBF)
2021-08-30 17:39
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald