- Tað harmar okkum ómetaliga nógv, at tað ikki eydnaðist at fáa nakað stig heim við. Aftur hesaferð spældu vit ein góðan dyst, arbeiddu hart, og komu eisini á odda við tveimum. Men upp á sjey minuttir í seinna hálvleiki vendist alt á høvdið, og vit stóðu brádliga við ongum. So vit eru sjálvandi sera skuffaðar nú
Hetta sigur venjarin hjá føroyska U19-landsliðnum við gentum, Eyðvør Jakobsen, við heimasíðuna hjá FSF eftir seinasta dystin í EM-undankappingini, ið farnu dagarnar hevur verið í Norðurírlandi.
Føroyska liðið hevði tapt tveir teir fyrstu dystirnar, men legði bragdliga fyri, og tá stórur hálvur tími var spældur, stóð 2-0 til Føroyar á máltalvuni, sum eisini var støðan í hálvleikinum.
Málskjúttar vóru Judith Eilersdóttir Rasmussen og Ester Ellingsgaard - báðar úr B36.
Leiðslan helt tó ikki. Um miðan seinna hálvleik koppaði alt á høvdið, og eftir lítlari løtu skoraði Malta trý mál og vann eisini dystin 3-2.
Støðan í bólkinum gjørdist tann, at Norðurírland og Malta fingu 7 stig, Aserbadjan fekk 3 stig, meðan Føroyar endaðu aftast við ongum stigi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald