Hondbóltur

U19: So bragdaði hjá føroysku kvinnunum í Litava

Føroyar vunnu ein sera tepran sigur í seinasta dystinum í bólkaspælinum ímóti Kosovo.

Súna K. Hansen (nr.20) skoraði seks mál í føroyska sigrinum - her blokerar Karin Skylv Midjord fyri skotið, og júst verjuspælið gjørdist avgerandi í dag  (Mynd: Rankinis)

Súna K. Hansen (nr.20) skoraði seks mál í føroyska sigrinum - her blokerar Karin Skylv Midjord fyri skotið, og júst verjuspælið gjørdist avgerandi í dag (Mynd: Rankinis)

2019-07-18 12:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar misnýttu tvær tær fyrstu royndirnar og brendu fleiri opnar møguleikar fyrstu løtuna. Tað gjørdist betri, og føroyska álopsspælið í 1. hálvleiki var gott. Tað vóru vóru tó framvegis nakrir stórir møguleika, ið okkara ikki fingu mál uppá ígjøgnum dystin og serliga fyri steðgin.

Føroyar høvdu yvirvágina eina løtu í fyrru helvt av 1. hálvleiki, men tað leikaði ógvuliga javnt á. Eina løtu fingu Føroyar ikki steðgað Kosovo, og serliga var tað sterki vinstri bakkurin og dugnaligi spælskiparin, ið góvu verjupartinum høvuðbrýggj. Seinastu minuttirnar fyri steðgin eydnaðist tað tó sera væl at lukka niður. 

[object Object]
Føroyskan verjan stóð sera væl seinasta partin av seinasta dystinum - Mynd: Rankinis)

Tað gjørdist ongantíð leyst í 2. hálvleiki. Nakrar tekniskar villur og tað at málverjin hjá Kosovo tók væl frá gjørdi, at tað gjørdist ein gysari fyri føroysku kvinnurnar. Í verjupartinum gekk tað í stóran mun sera væl. Eftir at álopsspælið hjá Kosovo var gott fyrstu løtuna, lukkaðu okkara av, og seinastu tjúgu minuttirnar fekk Kosovo bert fýra mál.

Munurin lá ímillum tvey og eitt mál, og seinasta korterið var ongantíð javnleikur. Kosovo hevði í seinasta álopinum møguleika at koma uppá javnleik, men Føroyar vardu væl fyri og vunnu dystin. Tað var júst verjuspælið, ið koyrdi sigurin heim, og føroysku leikararnir stríddust sera væl fyri at tvey stig.

[object Object](Lív S. Poulsen, sum til dagliga spælir í Danmark, spældi ein umráðandi leiklut í bæði verupartinum og álopspartinum, og varð vald til besta føroyska leikaran í dystinum - Mynd: Rankinis)

Súna Krossteig Hansen og Maria Halsdóttir Weyhe gjørdust toppskjúttar við seks málum hvør. Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen varð eftir dystin vald til besta føroya leikaran.

Føroyar endað á 3. plássi í bólkinum og spæla aftur í vikuskiftinum. Tá er 5. plassið í kappingini uppá pláss.  

W19 EHF Championship, 3. umfar í bólkaspælinum
Klaipedia, Litava - 18.07
Føroyar - Kososvo 23-22 (14-13)

 
Føroyska liðið:
Føroyar byrjaðu við somu seks útieikarunum sum í tveimum teimum undanfarnu dystunum:
Verja: Maria H. Weyhe, Lív S. Poulsen, Karin Skylv Midjord, Marita Mortensen, Eva Barba Arge
Álop: Lív, Súna, Maria, Marita, Eva, Karin

Fleiri leikrarar vóru inni í løtum ella størri pørtum av dystinum. Millum annað spældu Ingunn Kristina Persson nógv í bakteuni og Sólja B. Poulsen á vinstra vongi.  

Í mun til hinar báðar dystirnar fekk Birita Ryan, ið er fødd í 2002 og er harvið tvey ár yngri enn tær flestu, møguleikan frá byrjan í málinum. 

[object Object]
(Birita Ryan úr Stjørnuni hevði nakrar umráðandi bjarginar - Mynd: Rankinis)

Føroysku málskjúttarnir: 
Súna Krossteig Hansen 6
Maria Halsdóttir Weyhe 6 (1)
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 4
Ingunn Kristina Persson 2
Sólja B. Poulsen 2
Hjørdis Viðstein 1
Karin Skylv Midjord 1
Sólbjørt Høj 1

BjargingarBirita Ryan 9

Útvísingar: Ingunn Kristina Persson (2), Maria Weyhe (1) 

Dystargongdin: 
5 min: 1-2
10 min: 4-3
15 min: 6-6
20 min: 8-9
25 min: 12-13
35 min: 16-16
40 min: 18-18
45 min: 20-19
50 min: 21-19
55 min: 22-20

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder