Føroysku U19 genturnar eru í hesum døgum í Litava, har EM-undankapping er á skránni.
Føroyski hópurin kom til landið sunnudagin, og í dag varð fyrsti dysturin leiktur. Ukreina var mótstøðuliðið, og føroyska liðið hevði ein alt annað enn góðan 1.hálvleik. Tá smáir tjúgu minuttir vóru leiktir var 3-0 til Ukreina, og stutt áðrenn hálvleik gjørdist støðan 4-0.
Seinni hálvleikur endaði málleysur, har føroysku genturnar harvið reistu seg. Ukreina hevði 25 málroyndir í dystinum, meðan Føroyar høvdu 5, sambært hagtølunum hjá UEFA.
Næsti dystur í kappingini, har fýra lið eru í bólkinum, verður fríggjadagin. Tá spæla Føroyar ímóti Írlandi, ið vann heili 7-0 á litavisku vertunum í dag.
U19 EM Undankapping
02.10.18 - Marijampole, Litava
Føroyar - Ukreina 0-4 (0-4)
Føroyska liðið(4-2-3-1): Eyðgerð R. Mikkelsen - Maria á Lakjuni, Julia Helena Dal Henriksen, Rebekka Eschen Danielsen(`46 Rebekka J. Olsen), Poula Andreasen(`72 Eyðbjørg Ellingsgaard) - Sara Samson Lamhauge, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir(`81 Sólvá S. Olsen) - Sanna Svarvadal(`81 Ása Stórá Carlsen), Marjun Ó. Danielsen(L), Julia Naomi Mortensen - Mona Rasmusdóttir(`87 Victoria á Lakjuni)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald