Fótbóltur

U19: Tap ímóti vertunum

Írland skoraði øll málini seinasta fjórðingin av dystinum.

Føroyska liðið ið byrjaði ímóti Hollandi seinast (Mynd: FSF)

Føroyska liðið ið byrjaði ímóti Hollandi seinast (Mynd: FSF)

2018-10-13 17:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U19 landsliðið hevur júst spælt dyst nummar tvey í EM-undankappingini í Írlandi. Mikukvøldið var klassamunur, tá Holland vann 5-0. Í dag var føroyska liðið longri við í dystinum, men tvey brotsspørk og eitt hattrik vóru við at avgera dystin til fyrimuns fyri Írland.   
´
Hagtølini hjá UEFA vísa, at írar vóru greitt omaná: 7 horna mótvegis ongum, 24 skotroyndir, harav 10 vóru uppá mál, meðan føroyingar bert høvdu tríggar, og eitt ið rakti málið hjá Írlandi.

Føroyar hildu tó fast væl fast ímóti sterku írunum. Føroysku dreingirnr stríddust væl, men miðskeiðis í 2. hálvleiki gekk tað ikki longur. Troy Parott skoraði uppá brotsspark, og10`arin hjá Írlandi økti til 2-0 tíggju minuttir seinni. Í yvirtíðini gjørdi hann hattrick; aftur var talan um eitt brotspark.

Føroyingar spæla seinasta dystin týsdagin. Mótstøðuliðið er Bosnia-Hersigovina

U19 EM Undankapping

13/10/2018, City Calling Stadium - Longford, Írland 

Írland - Føroyar 3-0 (0-0)

Føroyska liðið(4-4-2): Bjarti V. Mørk - Sjúrður Pauli Nielsen, Andrias Edmundsson, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Pætur T. Skipanes - Lukas G. Giessing, Magnus Holm Jacobsen(L), Elias El Moustage('78 Sølvi Sigvardsen), Hanus Sørensen - Stefan Radosavlevic('85 Bartal S. Petersen), Steffan A. Løkin('78 Jonn Johanessen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder