Føroyska U19-landsliðið hjá gentum spældi seinasta dystin í EM-undankappingini í Litava í gjár. Dysturin var ímóti litavisku vertunum.
Eftir sera torførar dystir og 0-4 og 0-3 tap ímóti ávíkavist Ukreina og Írlandi, varð lagt upp til ein javnan dyst ímóit Litava, har føroyska liðið hevði góðan møguleika at fáa stig.
Tað var eisini nær við. Litava skoraði einasta málið í dystinum stutt fyri hálvleik, men tað leikaði javnt á, og føroyska liðið hevði fleiri málroyndir enn heimaliðið (10 - 8)
Føroyar endaðu sostatt við ongum stigi eftir vikuna í Litava.
U19 EM Undankapping
09.10.18 - Alytus, Litava
Føroyar - Litava 0-1 (0-1)
Føroyska liðið(4-2-3-1): Eyðgerð R. Mikkelsen - Maria á Lakjuni (`59 Rebekka J. Olsen), Julia Helena Dal Henriksen, Rebekka Eschen Danielsen, Poula Andreasen ('82 Sólvá Strøm Olsen) - Sara Samson Lamhauge, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir - Sanna Svarvadal, Marjun Ó. Danielsen(L), Julia Naomi Mortensen - Mona Rasmusdóttir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald