Føroysku U20-kvinnurnar gjørdu hol í sjógvin í Kina við sigri á Kroatia hósmorgunin.
Sigurin í 2. umfari í HM-bólkaspælinum var fyrsti føroyski sigur higartil í einum U20 HM-endaspæli og harvið søguligur.
Les eisini: Føroysku kvinnurnar knógvaðu Kroatia
Myndir: Søguligi føroyski sigurin í Kina
![]()
![]()
Føroyskt ovfarakæti eftir sigurin í Kina í gjár (Mynd: IHF / Kolektiff / Sasa Pahic Szabo)
Søtur var sigurin í gjár eisini. Hann var við einum máli, og føroyska liðið reisti seg eftir tíggju-máls tapið fyri Japan í fysta dystinum, sum var mikudagin. Japan hevur tó víst seg at verða sterksta liðið í bólkinum og er longu víðari.
Hósdagin vann Japan 26-24 á Noreg. Umframt at Japan við hesum endar nummar eitt í bólkinum, so merkir tað, at Føroyar og Noreg leygarmorgunin skulu í beinleiðis tvídyst um 2. plássið.
Tað er hitt plássið, ið gevur víðari atgongd í HM-endaspælinum. Føroyar skulu eftir sigrinum, tí um tað endar við javnleiki, endar Noreg nummar tvey og Føroyar nummar trý.
Støðan í bólkinum undan seinasta umfar
![]()
Mynd: ihf.info
Lagt er harvið upp til spenanndi uppgerð. Trý'arin og fýrarin í bólkinum skulu spæla víðari í HM. Tó í President's Cup, sum er kapping um lægri plássini í endaspælinum
Til ber at keypa dystin millum Føroyar og Noreg á handball-globe.tv - hetta fyri 8 evrur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald