HSF: Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.
Serbia var omaná fyrstu løtuna og máttu føroysku venjararnir taka time out longu eftir 7 minuttir við støðuni 6-2 til Serbia. Føroyska verjan fekk illa fatur á serbisku skjúttunum og vóru ov nógvar villur í álopunum. Føroyska liðið stríddist við at koma til kjansir, og vóru hesir eisini, í ov stóran mun, brendir.
Okkara vunnu seg tó spakuliga inn í dystin og øktist serbiska leiðslan ikki í seinnu helvt av fyrra hálvleiki. Tað gekk betri við at skjóta mál, og vóru tað serliga bakkarnir Maria Nólsoy, Anna Elisabeth Weyhe og Bjørk Joensen, sum gjørdu um seg við kvikum samanspæli og gjøgnumbrotum.
Gongdin í seinna hálvleiki minti um hana í fyrra. Føroyar brendu ov illa at byrja við, og máttu føroysku venjararnir taka time-out eftir 11 minuttir. Hetta hjálpti um støðuna og raknaði føroyska liðið veruliga við. Føroyar minkaðu um munin frá 7 málum niður aftur í 4 mál. Høgra síða hjá Føroyum, Bjørk Joensen og Karin Egholm, gjørdu 4 skjót mál, og nú var tað Serbia, sum tók time out eftir 45 minuttir við støðuni 25-21. Verjan stóð nú eisini væl, og føroyska álopsspælið var gott. Spenningur kom veruliga í aftur dystin, og var bert eitt mál á muni, tá tað restaðu 8 minuttir. Føroyar høvdu møguleikar at fara við dystinunum, men vóru tíverri óhepnar og ikki nóg kaldar í avgerandi støðum. Serbia vann dystin 30-28.
Hóast tap í fýra dystum, so hevur føroyska U20-landsliðið spælt fýra gevandi landsdystir móti stórum hondbóltstjóðum hesar dagarnar í Serbia. Nógvir glottar hava verið í føroyska spælinum og er nógv gott at byggja víðari á nú hesin árgangurin verður til vaksnar leikarar næsta ár.
Málskjúttar hjá Føroyum:
Bjørk F. Joensen 7
Anna Elisabeth H. Weyhe 5
Maria P. Nólsoy 5
Karina D. Heinesen 4
Bjørg á Líknargøtu 2
Inga Maria Roysdóttir 2
Sólveig Dahl 1
Lukka Arge 1
Barbara Hammer 1
Dystargongdin Føroyar – Serbia:
5 min. 2-4
10 min. 3-6
15 min. 5-9
20 min. 8-12
25 min. 11-15
30 min. 13-17
35 min. 14-19
40 min. 16-22
45 min. 19-25
50 min. 24-26
55 min. 26-27
60 min. 28-30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald