Fótbóltur

U21: Heili 31 boðsendir til fyrstu venjingarnar

Ólavur Mikkelsen hevur venjingar við stórum bruttohópi hósdagin, fríggjadagin og leygardagin í næstu viku. Fyrsta uppgávan í EM-undankappingini er í juni.

2025-03-14 10:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikudagin kom tað uppá pláss, at 33-ára gamli strandingurin Ólavur Mikkelsen skal standa á odda fyri U21-landsliðnum í 2025 og 2026. Hann avloysir nýggja A-landsliðsvenjaran Eyðun Klakstein.

Sí eisini: Ólavur Mikkelsen nýggjur U21-landsliðsvenjari

Ólavur Mikkelsen hevur longu úttikið sín fyrsta bruttohóp. Eftir hesa vikuna takkar hann fyri seg í Sarpugerði, og stutt aftaná vera fyrstu venjingarnar við nýggja U21-landsliðsvenjaranum á skránni.

FSF skrivar á heimasíðu sínari, at hósdagin 20. og fríggjadagin 21. mars verður vant á Svangaskarði á Toftum, og leygardagin 22. mars venur hópurin á Tórsvølli.

Talan er um ein breiðan hóp: 31 spælarar - úr allarflestu feløgum úr Føroyum - eru boðsendir til tær tríggjar venjingarnar, sum eru á skránni í næstu viku:

Málverjar: 
Jón Petur Thomsen, NSÍ
Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur
Rasmus Olsen, FC Suðuroy
Sámal á Steig, 07 Vestur

Útispælarar
Jákup Vilhelmsen, B68
Aron Reinert Hansen, B68
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Jónas Prior, 07 Vestur
Bjarti Thorleifsson, Skála
Torkil Úlvur Holm, TB
Hanus Højgaard, B68
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Mattias Hellisdal, B36
Olivur Thomsen, FC Suðuroy
Eivind Restorff Mouritsen, HB
Dávid Biskopstø Andreasen, KÍ
Julian Mouritsen, 07 Vestur
Jón í Horni Nielsen, 07 Vestur
Tóki á Lógv, B68
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Heini Sørensen, HB
Jógvan Gullfoss, B36
Jóhan Josephsen, B68
Bartal Páll Klein, HB
Áki Samuelsen, Ranheim Fotball IL (Noreg)
Silas Gaard, 07 Vestur
Marjus Nón, B68
Djóni Samuelsen, B68
Suni Hermann Petersen, B71
Tobias Hansen, B36
Jógvan Ósá, HB

Talan er um spælarar í árgangunum 2004, 2005 og 2006. 

Í EM undankapping eru Føroyar í bólki C, saman við Estlandi, Íslandi, Luksemborg, Sveis og Frankaríki. Fyrsti dysturin verður leygardagin 7. juni, tá Føroyar og Estland hittast á Djúpumýru í Klaksvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder