Fótbóltur

Ólavur Mikkelsen nýggjur U21-landsliðsvenjari

33-ára gamli strandingurin hevur seinastu árini verið hjálparvenjari hjá Víkingi - nú skal hann ístaðin standa á odda fyri elsta ungdómslandsliðnum. Tað hevur Portalurin fingið váttað.

Ólavur Mikkelsen, ið framvegis er ein ungur venjara, hevur fingið stóran møguleika eftir sítt góða arbeiði í Víkingi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ólavur Mikkelsen, ið framvegis er ein ungur venjara, hevur fingið stóran møguleika eftir sítt góða arbeiði í Víkingi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-12 17:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eyðun Klakstein og Atli Gregersen eru ávikavist høvuðsvenjari og hjálparvenjari á A-landsliðnum. Harvið hava hesir sessirnir á U21-landsliðnum staðið tómir í næstan ein mánaða, men nú er greitt hvør tekur yvir.

Sí eisini: U21-landsliðið er framvegis í venjaraloysi

Talan er um um ein ungan venjara, sum hevur spælt undir Eyðuni á Skála og verið hjálapvenjari hjá liðnum við Atla sum liðskipara seinastu árini.

Ólavur Mikkelsen fór fyri nøkrum árum síðani at taka sær av næstbesta liðnum hjá Skála. Har hevur fyrrverandi miðvallarin millum annað vunnið 2. deild. Í 2021 og 2022 var hann 1.deildarvenjari hjá Víkingi við góðum úrslitum - tveimum 2. plássum - og seinastu tvey árini hevur hann verið hjáparvenjari hjá Jóan Peturi Poulsen.

Hann fekk A-prógv í 2022 og gjørdist føroyameistari í fjør. Nú er greitt, at Ólavur fer úr Víkingi.

Ístaðin skal hann stjórna U21-landsliðnum hjá Føroyum. Hetta hevur Portalurin fingið váttað frá fleiri góðum keldum. Sáttmálin er sum skilst endaliga komin uppá pláss í dag.

U21-landsliðið savnast í næstu viku - eftir seinasta dystin hjá Ólavi í Sarpugerði á hesum sinni.

Nú 33.ára gamli Ólavur Mikkelsen skal stjórna U21-landsliðnum í næstu EM-undankappingini, sum er í ár og í 2026. Hon byrjar í juni, tá Føroyar taka móti Estlandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder