Fótbóltur

U21: Misjøvn úrtøka í byrjanardystum

Seinastu tvær undankappingarnar hevur byrjanin ikki verið góð; Føroyar hava skorað fá mál í fyrstu royndunum og hava ongantíð áður vunnið fyrsta dystin.

Litava vann 3-0 í fyrsta dystinum í seinastu undankapping; í dystinum á Tórsvølli endaði tað 2-2. Ólavur Niclassen og hinir føryingarnir eru nú til reiðar til nýggja undankapping (Mynd: Sverri Egholm)

Litava vann 3-0 í fyrsta dystinum í seinastu undankapping; í dystinum á Tórsvølli endaði tað 2-2. Ólavur Niclassen og hinir føryingarnir eru nú til reiðar til nýggja undankapping (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-04 16:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U21-landsliðið fer hósdagin undir sína sjeyndu EM-undankapping. Seinastu 12 árini hevur elsta undómslandsliðið spælt regluliga, og hetta hevur verið kollveltandi fyri føroyskan landsliðsfótbólt. U21 hevur hjálpt at menna fleiri leikarar og gjørt teir meira til reiðar til altjóða fótbólt á vaksnamannastøði.

Alt byrjaði í juni 2007 - fyri næstan júst tólv árum síðani - tá Kroatia tók ímóti í Varazdin. Á kroatiska liðnum hendan dagin vóru millum annað Dejan Lovren, sum í dag spælir í Liverpool, og Domagoj Vida úr Besiktas. Hesir mannaðu miðverjuna hjá Kroatia í HM-finaluni seinasta summar. Á føroyska liðnum vóru millum annað Gunnar Nielsen, Jónas Tór Næs og Jóhan Troest Davidsen. Á bonkinum allar 90 minuttirnar sat Sølvi Vatnhamar úr LÍF. Kroatia vann 2-0; seinna málið kom í yvirtíðini. Føroyar fingu fýra stig í hesari fyrstu undankappingini. Øll komu móti Aserbadjan, ið endaði niðanfyri Føroyar í bólkinum.  

Í undankapping nummar tvey, sum higartil hevur verið greitt tann besta, taptu Føroyar 4-0 móti Rumenia í Gundadali í fyrsta dystinum. Fýra dagar seinni á sama vølli stútaði 17-ára gamli Jóan Símun Edmundsson úr B68 eitt innlegg frálíka væl í málið, og Føroyar vann 1-0 á stóru bjørnini úr Russlandi. 11 stig komu til høldar samanlagt.

Tvær tær næstu undankappingarnar byrjaðu við stigi. Í 2011 spældu Føroyar 0-0 í fyrsta dystinum í undankappingini til EM 2013. Í yvirtíðini í góða avrikinum ímóti Norður Írlandi í Gundadali brendi liðformaðurin Rógvi Holm, ið hevur leikt 15 U21-undankappingardystir, brotsspark. Føroyar fingu tríggjar javnleikir í hesari undankappingini; tann mest minniligi var 1-1 javnleikurin á Ovara Vølli móti Danmark, har Róaldur Jacobsen javnaði seint í dystinum.

Í undankappingini eftir hetta høvdu Føroyar aftur eitt spenanndi lið, ið er mest kent fyri at spæla ein sera góðan dyst í Týsklandi á heysti í 2013, ið endaði 3-2 til týsku risafavorittarnar. Undankappingin byrjaði við 2-2 javnleiki móti Rumenia á Svangaskarði, har Føroyar komu á odda við málið frá Gunnari Zachariassen, sála. Tað var 1-2, tá ið farið var inn í yvirtíðina, har bert 17-ára gamli innskiftarin, Poul Ingason, javnaði fyri Føroyar. Hetta er einastu ferð, at Føroyar hava skoraði í byrjanardystinum í einari undankapping.

Í fimtu undankappingini høvdu Føroyar tað sera trupult og fingu bert eitt stig (á útivølli móti Aserbadjan) Fleiri heilt ungir leikarar vóru við í kappingini. Í fyrsta dystinum skuldu útlitini fyri stigum verið góð, men Aserbadjan skoraði einasta málið á Svangaskarði í juni 2015, bert fýra dagar eftir at føroyska A-landsliðið vann á Grikkalandi á Tórsvølli.

Í seinastu undankapping, ið var tann fyrsta har hvørki Bill McLeod Jacobsen ella Heðin Askham vóru á síðulinjuni, tapti føroyska liðið 3-0 í Litava í fyrstu uppgávuni. Føroyar mentust tó væl ígjøgnum kappingina við einum spennandi liðið. M.a komu tveir javnleikir móti Póllandi í hús, og Føroyar fingu sjey stig.

Spennandi verður, hvussu Eli Hentze og teir ungu føroysku menninir koma í gongd við undankappingina til EM í 2021, tá Kasakstan vitjar á Svangaskarði hósdagin. Útlitini fyri at fáa stig eru góð ímóti lægst seedaða mótsstøðuliðnum í hesum bólkinum. 

Yvirlit yvir fyrsta dystin í hvørjari undankapping hjá U21 higartil:

2007: Kroatia - Føroyar 2-0 
2009: Rumenia - Føroyar 4-0
2011: Føroyar - Norður Írland 0-0
2013: Føroyar -Rumenia 2-2
          1-0 Gunnar Zachariassen
          2-2 Poul Ingason

2015: Føroyar - Aserbadjan 0-1
2017: Litava - Føroyar 0-3 

2019: Føroyar - Kasakhstan (17.00)

Tøl: FaroeSoccer

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder