Føroyska U21-landsliðið byrjaði undankappingin til EM 2027 móti Estlandi í juni í fjør, og seinasta landsliðsvindeygað í hesari undankappingini byrjar móti Estlandi.
- Tað var ein ógvuliga tættur dystur við Djúpumýru, har Estland var á odda. Sjálvt um teir eru aftast í bólkinum, er talan um dugnaligar spælarar. Teir flestu spæla í bestu estisku deildini, so tað verður spenanndi, hvussu tað "matchar".
Hetta vísti Ólavur Mikkelsen á í samrøðu við FSF-Varpið undan fráferð.
Video: - Vit ætla okkum at vinna og vænta tað eisini
Ólavur Mikkelsen verður eisini ígjøgnum í tíðindunum á FM1 klokkan 12.
Síðani týsdagin hava venjararnir og spælararnir fyrireika seg í Estlandi. Í dag klokkan 17.00 føroyska tíð fer dysturin í gongd í Parnu.
Dysturin sæst á Rás1 í Televarpinum - til ber eisini at fylgja við ovast á Portalinum
Støðan í bólkinum - tvey tey fremstu koma til EM-endaspælið
1. Frakland 16 stig
2. Sveis 14 stig
---------------------
3. Ísland 11 stig
4. Føroyar 9 stig
5. Luksemborg 4 stig
6. Estland 2 stig
-------------------------------------------------
Áki Samuelsen og Mattias Hellisdal eru hesaferð við A-landsliðnum.
Sí eisini: Fleiri nýggir og ungir bjóða seg fram í føroyska landsliðshópinum
U21-Hópurin:
Málverjar:
Hans Jákup Arngrímsson, Skála
Sámal á Steig, 07 Vestur
Verjuspælarar:
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Sjúrður Henriksen, AB
Bjarti Thorleifsson, Skála
Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Jákup Norðoy Vilhelmsen, Víkingur
Jónas Prior, 07 Vestur
Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn
Miðvallarar
Jógvan Kárason Gullfoss, B36
Dávid Biskopstø Andreasen, B36 Tórshavn
Árni Nóa Atlason, Vendsyssel FF (Danmark)
Arnór Brandsson, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen, HB Tórshavn
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Marjus Nón, B68 Toftir
Jón Steingrímsson, AB Argir
Jákup Pauli Frederiksberg, Skála
Áleyparar:
Aron Benjaminsen, Hearts (Skotland)
Dávid Reynheim, KÍ Klaksvík
Av hesum eru Sámal á Steig, Arnór Brandsson, Jákup Pauli Frederiksberg, Sjúrður Henriksen og Jón Steingrímsson nýggir á U21-landsliðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald