Fríggjadagin spælir føroyska U21-landsliðið fyrsta av trimum dystum sum eru á skránni í hesum longri landsliðsvindeyganum.
Sí eisini: Skráin hjá A-landsliðnum í hesum langa landsliðsvindeyganum
Hetta er samstundis teir seinastu tríggir dystirnir hjá Føroyum í hesari undankappingini, har Føroyar eru á 4. plássi í løtuni
Støðan í bólkinum - tvey tey fremstu koma til EM-endaspælið
1. Frakland 16 stig
2. Sveis 14 stig
---------------------
3. Ísland 11 stig
4. Føroyar 9 stig
5. Luksemborg 4 stig
6. Estland 2 stig
Estland tekur ímóti á Rannastadion í Pärnu 25. september klokkan 17.
Føroyar vunnu 2-1, tá estar vitjaðu í fjør, men hóast hetta - og hóast Estland er aftast í bólkinum - veit høvuðsvenjarin, at uppgávan verður alt annað enn løtt.
- Tað var ein ógvuliga tættur dystur við Djúpumýru, har Estland var á odda. Sjálvt um teir eru aftast í bólkinum, er talan um dugnaligar spælarar. Teir flestu spæla í bestu estisku deildini, so tað verður spenanndi, hvussu tað "matchar".
Føroyski hópurin hevði fyrstu venjingina á Tórsvølli mánakvøldið. Áðrenn venjingina fekk FSF varpið orðið á venjaran, Ólavur Mikkelsen.
Hoyr samrøðuna ovast ella á Youtube-rásini hjá FSF
Sí eisini: Rasmus Nolsøe hjálpir Ólavi Mikkelsen í sambandi við seinastu dystirnar
Føroyski hópurin er í dag farin til Estlands. Rás1 hjá Televarpinum vísir dystirnar
25. sept.
17:00 Estland – Føroyar
30. sept.
17:00 Føroyar – Luksemborg á Djúpumýru
6. okt.
18:00 Føroyar – Ísland á Tórsvølli
Sí eisini: U21: Áki og Mattias ikki tøkir - men Ólavur kann hava Aron við sær
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald