Í dag savnast hóparnir hjá manslandsliðnum og U21 í sambandi við mongu dystirnar, sum eru fyri framman í næstum.
25. sept.
Estland U21 – Føroyar U21 (Pärnu / 17:00)
26. sept.
Føroyar A – Kasakstan A (Tórsvøllur / kl. 17:00)
29. sept.
Moldova A – Føroyar A (Chisinau / 17:00)
30. sept.
Føroyar U21 – Luksemborg U21 (Djúpumýra / 17:00)
2. okt.
Føroyar A – Slovakia A (Tórsvøllur / 19:45)
6. okt.
Kasakstan A – Føroyar A (Astana / 15:00)
Føroyar U21 – Ísland U21 (Tórsvøllur / 18:00)
Hjá A-landsliðnum er talan um fyrstu fýra dystirnir í týðandi Nations League-kappingini - hjá U21-landsliðnum er talanum um tríggjar teir seinastu dystirnar í undankappingini til EM 2027.
Føroyar spæla móti somu trimum londum, sum tað eydnaðist at basa í trimum teimum fyrstu umførunum í fjør: Estlandi, Luksemborg og Íslandi.
Tá lógu Føroyar at koma til EM, men síðani hevur liðið tapt tvær ferðir móti Fraklandi og tvær ferðir móti Sveis. Fyriuttan 0-6 tapið fyri fronsku stjørnunum á Djúpumýru hava hesir dystirnir verið tættir.
Støðan í bólkinum - tvey tey fremstu koma til EM-endaspælið
1. Frakland 16 stig
2. Sveis 14 stig
---------------------
3. Ísland 11 stig
4. Føroyar 9 stig
5. Luksemborg 4 stig
6. Estland 2 stig
Í mun til undanfarnu hópar, fara Føroyar at vera Áka Samuelsen og Mattias Hellisdal fyriuttan: Profilarnir og Allsvenskan-spælararnir skulu við A-landsliðnum.
Sí eisini: Mattias Hellisdal: Ikki veruliga gingið upp fyri mær enn
Við síðulinjuna og á bonkinum eru eisini ein broyting.
Hesa undankappingina hevur Ólavur Mikkelsen staðið á odda, og Poul N. Poulsen hevur verið hjálparvenjari. Seinasta mánaðin hevur Poul N. Poulsen staðið á odda hjá Skála ÍF. Tað gongst væl, og vágbingurin skal standa á odda restina av árinum.
Harvið er hann ikki tøkur til U21-landsliðið, og ístaðin skal Rasmus Nolsøe vera hjálparvenjari til seinastu dystirnar í undankappingini.
Hetta hevur Portalurin fingið staðfest. Sum skilst liggur eisini í kortunum, at Rasmus Nolsøe verður hjálparvenjari næstu undankapping eisini.
Ólavur Mikkelsen hevur sáttmála sum høvuðsvenjari hjá U21 til og við 2028.
41-ára gamli tvøramaðurin hevur áður verið venjari hjá U19-landsliðnum, og eins og høvuðsvenjarin hjá U21, hjálparvenjari við Víkingi har steyp kom í hús.
Rasmus Nolsøe var eisini hjálparvenjari hjá Heimiri Guðjónsson, tá HB ógvuliga sannførandi vann FM. Nú er hann í U18-venjaratoyminum hjá HB-dreingjum, sum fyri stuttum vann greitt í steypafinaluni móti Víkingi.
![]()
![]()
Ólavur Mikkelsen, høvuðsvenjari, omanfyri. Her sæst toymi á bonkinum undir tjóðsangininum til fyrsta undandystin, sum var móti Estlandi. Fríggjadagin hittast liðini aftur (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Rasmus, Ólavur og hinir skulu royna at fáa nøkur góð avrik og stig næstu tíðina. U21-hópurin fer av landinum í morgin, týsdagin, og spælir í Talinn fríggjadagin 25. september klokkan 17.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald