Finalan um Løgmanssteypið var í miðdeplinum í gjár, men ein onnur steypafinala var á Tórsvølli leygardagin.
Seinnapartin leygardagin hittust U18 dreingjaliðini hjá HB og Víkingi - hesi feløgini vóru eisini í U15-finaluni hósdagin.
Sí eisini: U15: HB fór við fyrsta steypinum
Eins og tá, var HB greitt omaná móti liðnum úr Eysturkommunu: Úrslitið varð 7-0 til teir reyð-svørtu, sum vóru odda 4-0 í hálvleikinum.
HB vísti flott spæl og var sannførandi allan vegin. Enn eitt úrslit, sum skapar spenning um framtíðina í HB.
Dánial Mørkøre og Edvard Falkenberg skoraðu trý mál hvør, meðan Jónas Sigtórsson gjørdi eitt. Aftaná dystin varð Edvard Falkenberg kosin til dagsins spælara.
![]()
Edvard Falkenberg fekk heiður eftir finaluna (Mynd: Rói Sørensen/HB)
Dánial Mørkøre vendi aftur til HB úr Vejle í summar - hann skoraði tríggjar ferðir á Tórsvølli í gjár (Mynd: Rói Sørensen/HB)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald