Føroyska U21-landsliðið var so nær við sum til ber at fáa trý stig móti Litava í dag. Men við brotsspark í yvirtíðini tryggjaði Litava sær eitt stig í ringu líkindunum á Tórsvølli.
Føroyar komu til fyrsta stóra málmøguleikan í 7. minutti. Eitt sera gott álop endaði tað við, at Meinhard E. Olsen kastaði seg fram eftir frálíkt innlegg frá Ari Olsen, men kantspælarin megnaði akkurat ikki at stýra bóltin í málið. Litaviska liðið royndi at trýsta høgt, og fimm minuttir eftir føroyska møgleikan vunnu litavar eitt fríspark beint uttanfyri brotsteigin, eitt sindur til høgru. Miðvallarin Edgaras Utkus gjørdi ikki mætari enn smekka bóltin í nærmara málhornið.
Hetta var ein vátur vøttur hjá føroyska liðnum, ið brúkti eina løtu at koma fyri seg í. Men í 25.minutti bragdaði tað. Eftir nakrir góðir føroyskir minuttir javnaði Meinhard. Eftir eitt frísparksinnlegg hildu føroyingar trýsti, Adrian Justinussen sendi bóltin væl inn úr høgru, og inni í málteiginum kastaði B36-leikarin seg fram og stútaði í netið.
Eftir málið var javnt; Føroyar høvdu fleiri støðar, og Litava rakti stongina tíggju minuttir fyri hálvleik. Útiliðið kom greitt betri út til 2. hálvleik, tó uttan at koma til veruligar málmøguleikar. Um tíman varð Jákup Thomsen sendir avstað í dýbdina, komin inn í brotsteigin royndi hann seg við vinstrabeininum, men skotið fór framvið.
Seinni helmingurin av hálvleikinum var mektur av sera ringum veðrið. Vindurin vaks, og tað fór at regna sera illa. Føroyingarnir høvdu fyrimunin av undanvindinum, og royndu at leggja trýst á. Og stórar fimm minuttir fyri tíð løgdu Føroyar seg á odda. Eftir eina góða umsitlling fingu litavar blokerað eitt skot frá Meinhardi. Hann tók sjálvur hornasparkið úr vinstru, brúkti vindin væl, við aftari stong stútaði Jákup Thomsen innfyri málið, og har var “hin Jákup” – miðvallarin – komin uppá pláss, og klaksvíkingurin stútaði í málið til 2-1.
Men tíverri helt leiðslan ikki. Litava vann sær brotsspark í yvirtíðini, og bólturin varð smekkaður í føroyska málið til 2-2.
Sera ergeligt hjá ungu føroysku monnunum at missa sigurin í evstu løtu. Talan var ikki um tann besta fótbóltsdysturin; umstøðurnar loyvdu tí ikki. Við úrsltinum halda Føroyar Litava aftanfyri seg og koma uppá sjey stig. Seinasta uppgávan í undankappingini verður í Danmark týsdagin.
U21 EM-undankapping
12.10.2018 á Tòrsvølli
Føroyar – Litava 2-2 (1-1)
0-1: 12. min Edgaras Utkus
1-1: 25. min Meinhard E. Olsen
2-1: 84. min Jákup B. Andreasen
2-2 90 +3. min Justas Laickas
Føroyska liðið(4-3-3): Karstin Hansen, Ari Olsen, Bjarni Petersen, Bartal Wardum(’38 Ólavur Niclassen), Jóannes K. Danielsen - Betuel Hansen(L) (’78 Dan í Soylu), Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð - Adrian R. Justinussen(’73 Benjamin Heinesen), Jákup L. Thomsen, Meinhard E. Olsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald