- Vit hava úttikið ein sera sterkan hóp, ið kemur at taka við sær alt tað, ið riggaði móti Kasakstan á heimajørð í juni mánað, og sum eisini skal royna at bøta um tað, ið eydnaðist minni væl.
Soleiðis sigur Eli Hentze, U21-landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF, í samband við úttøkuna til EM-undankappingardystirnar móti Montenegro og Norðurmakedónia. Hesir báðir dystirnir eru á útivølli, og á fsf.fo stendur, at liðið fer við treysti, vilja og dirvi til Balkan.
(Stefan Radosavljevic kom inn og skoraði á Svangaskarði í juni. Hann og Adrian Justinussen eru í hópinum, sum um smáar tvær vikur fer til Balkan - Mynd: Sverri Egholm)
Fríggjadagin 6. september spæla Montenegro og Føroyar á Niksic leikvøllinum, í næststørsta býnum í Montenegro. Týsdagin 10. september hittast Norðurmakedónia og Føroyar á FFM Training Centre í Skopje í Norðurmakedónia.
Hópurin:
Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre IF (Danmark)
Ari Olsen, Skála
Bjarni Petersen, B36
Hugin Samuelsen, B36
Ólavur Niclasen, KÍ
Janus Svabo Samuelsen, Skála
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Lukas Grenaa Giessing, AB
Petur Knudsen, NSÍ
Magnus Holm Jacobsen, B36
Daniel Johansen, HB
Stefan Radosavljevic, B36
Pætur Petersen, HB
Mads B. Mikkelsen, Vendsyssel FF (Danmark)
Hannes Agnarsson, B36
Adrian Justinussen, HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald